Aftur
Rútar
Hondtøk
Litir

 

 

 

Mallco

 Klingrugarður 3

 FO-700 Klaksvík

 Faroe Island

 Telefon: +298 45 79 77

 Fax: +298 45 74 35

 

 

 

Logga inn

 

 

Hörmann - EPU 40 - við S - fyllingum - Woodgrain (træstruktur)

 

 

 

EPU 40 S-fyllingar.

 

Sniðið:    Eitt kvalitets portur í tíðarleysum fyllingssniði (vatnrættar fyllingar) við Woodgrain yvirflatu, sum hóskar bæði

                til modernaðan og traditiónnellan arkitektur.

                Portrið koyrir loddrætt upp, og leggur seg vatnrætt inn undir loftið.

 

Góðskan:

EPU serian stendur fyri kvaliteti, haldføri, stabiltetið og einum sera kappingarførum prísi.

Portrið er uppbygd av einari inn- og útsíðu av stálplátu sum er galvaniserað, og so er rúmið ímillum pláturnar fylt upp við 100 % freonfríðum polyretanskúmi.
EPU-portrini eru álítandi, sera friðarlig og hava eitt bjálvingarvirði uppá (K-virđi 1,64W/m2).
EPU-portrið krevur sera lítla yvirhædd, (pláss omanfyri sjálvt opið) einans 100 mm, og passar av tí sama til næstan allar bilskúrar.
Portrið hevur træstruktur í uttaru yvirflatuni sum er galvaniserað og síðan málað viđ hvítum. Standard liturin er RAL 9016.

 

Nakrar myndir av EPU 40 við S-fyllingum.

(trýst á myndina tygum ynskja at síggja)

 

   

Myndir í Føroyum.

 

 

    

 

Eyka útgerð. 

 

 

 

  Tað fæst ein hópur av eukaútgerð til portrini. Tað eru fleiri modellir av motorum, fleiri

  støddir av fjarstýringum, kodutastaturir at opna við, o.m.a.

 

 

 

Les meira >>>

 

 

 

 

Rútar í portrinum

 

 

 Tá tað kemur til rútar eru fleiri møguleikar. Tað eru fleiri snið og støddir at velja í.

  Síggj allar møguleikarnar við at trýsta á Les meira.

 

 

Les meira >>>

 

 

  Hondtøk til portrini

 

  Vanliga koma portrini við einum standard hondtaki. Men er ynski um eitt serligt hondtak, t.d. busta stál, er

   hetta eingin trupuleiki. Hörmann hevur 8 onnur at velja í.

   Tey portrini, sum vit bíleggja við motori til at opna við, taka vit vanliga heim uttan nakað hondtak og lás.

   Tí tá er ikki tørvur á hesum, tá motorurin heldur portrinum niðri. Eisini ímóti innbroti við teirri serligu læsi-

   skipan, sum motarnir frá Hörmann hava.Les meira >>>

 

 

Litirnir og yvirflatan á útsíðuni

 

Ráhvítt, (RAL 9016) er standard liturin fyri Hörmann portrini.  Afturat koma so 14 aðrir litir at velja í.

Hevur ein eina serligan lit, kunnu vit skaffa portrini í allari koduni, sum kallast RAL.

 

 

 

 

 

Træstrukturur (Woodgrain)

 

EPU S-fylling fæst bara í yvirflatuni við træstrukturi (woodgrain)

Les og síggj meira við at trýsta á Les meiraLes meira >>>

 

 

Uppsetanin

 

Tað fylgir ein sera greið vegleiðing á donskum máli við øllum garaguportrum frá Hörmann. Eisini eru allar skrúður ið ein hevur brúk fyri við.

Men ynskja tygum at sleppa undan at seta portrið upp, kunnu tygum trygd yvirlata hetta til okkara erfarnu montørar.

 

 

Trygdin

 

Øll Hörmann portrini lúka til tann europæiska standardin 13241-1, um at har sum sektiónirnar koma saman ímillum hvørt portlið, er hetta tryggja við tí serliga mátanum portbløðini eru formgivin uppá, at ikki ber til at fáa fingrarnar í klemmu, hetta líka so væl á inn- sum á útsíðuni.

Øll hongslini eru eisini gjørd so at fingrarnir verða vardir so væl som møguligt.

Torisiónsfjarðarnir eru festir um ein stálaksil, fyri at tryggja, at fjøðurin ikki losna ella leypa av við fjarðabrot.

Øll Hörmann garaguportrini við torisiónsfjarðum, hava patenteraða fjarðabrotsikring sum beinanveg støðgar portrinum við fjarðabrot ella um wirurin slitnar.

Hörmanns portrini við teimum vertikalu fjarðunum, hava dupultar fjarðar og wirar í báðum síðum, sum tryggja at portblaðið kann detta niður.

Allir wirar eru inni í skinnara, og er hetta við til verja ímóti at wirurin skal slitna av at okkurt kann koma ímóti.

                                          Mallco - Klingrugarður 3 - FO-700 Klaksvík - Føroyar - Telefon +298 457977 - Fax +298 457435 - © Mallco 2010                     


Heim ] Aftur ] Rútar ] Hondtøk ] Litir ]